Kunning

31. oktober 2023

Bóka-jólakalendarin

Nú eru vit longu komin har, at tíðin aftur er komin at hugsa um jólakalendara til børnini.

Vit bjóða aftur í ár bóka-jólakalendara frá bókasavninum. Tað er ókeypis og ómakaleyst!

Læn 24 bøkur – eina til hvønn dag fram til jóla. Eisini ber til at læna 12 bøkur, og so blanda okkurt sjálvur í posan saman við bókunum. Teimum heilt smáu børnunum dámar væl at lesa somu bókina aftur og aftur - og børnini í eldra endanum skulu kanska hava eina bók sum skal lesast yvir tveir dagar.

Jólakalendarin er ein frálíkur máti at gera okkurt hugnaligt og gott saman við børnunum í jólamánaðinum.

Vit seta jólakalendaran saman sum tit ynskja, alt eftir aldri og áhugamálum hjá børnunum. Ein møguleiki er eisini at velja 4 bøkur - eina til hvønn dag í advent! Tit eru sjálvandi eisini vælkomin inn sjálvi at velja tykkum bøkurnar. Nógvir ansingarstovnar hava eisini umbiðið hendan vælumtókta bóka-jólakalendaran.

Ring ella skriva til okkum, og so siga vit frá tá jólakalendarin er klárur. Vit pakka eisini bøkurnar inn í gávupappír og avíspappír, um tit ynskja tað. Til ber at avheinta kalendaran á Skála bókasavni ella á Bókasavninum við Løkin.

  • Tlf. 237088
  • teldupost: lokin@lokin.fo
  • ella skriva til Bókasavnið við Løkin á facebook

Vit gleða okkum at hoyra frá tykkum - og vit heita á foreldrini um at vera í góðari tíð. Í fjør var bóka-jólakalendarin so væl umtøktur, at hillarnar við myndabókum vóru so gott sum tómar tá jólini vóru í hondum. Hetta er 6. árið at vit bjóða hendan jólakalendaran, og áhugin økist fyri hvørt ár.

Kunning

Vís fleiri
21. apríl 2024
Vinnarar­nir av skrivikapping­ini 2024
Fyri fjórðu ferð var skipað fyri stórari skrivikapping í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu, sum í ár er 21.-28. aprí…
02. februar 2024
Føroysk bókasøvn stovnað nýggja bókmentavirðisløn
Nýggja bókmentavirðislønin ber heitið ‘Lesaravirðislønin hjá teimum føroysku bókasøvnunum’, og tað eru føroysk bókasøvn, sum í fel…
19. november 2023
Pallborðskjak: Býarmenning og fólka­bókasøvn 2023
"Føroysku Bókasøvnini" er eitt nýtt samstarv, sum hevur til endamáls at samskipa bókasavnstiltøk og at seta fólkabókasøvnini á bre…