Kappingar

Skrivikappingin 2023

Árliga skrivikappingin, hildin í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu, er komin at enda og tríggir vinnarar eru funnir. Hesaferð var formatið at skriva eina yrking á í mesta lagið 1.000 orð.

Tekstaslag: yrkingar

Dómsnevndin var Dorit Hansen, Oddfríður M. Rasmussen og Bergljót av Skarði

1. virðisløn:

Kim Simonsen við yrkingini: Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum.

2. virðisløn:

Jana Mortensen við yrkingini: Ikki - yrkjara yrking á yrkingardegnum

Serstøk virðisløn til ungt fólk ið vísir serliga góð evnir:

Anita Gudmundarson: Klivplantan

 

Skrivikappingin 2022

Niðurstøða í skrivikappingini í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu 2022

Tekstslag: essay

Dómsnevnd: Bergljót av Skarði, Oddfríður M. Rasmussen, Dorit Hansen

 

1. virðisløn - Jens Christian H. Carlsson við "Spenglerskar abstraktiónir"

Spenglerskar abstraktiónir.pdf

2. virðisløn - Sigrið Mikkjalsdóttir við "Lítla gentan í grillbarrini og hennara fyrimyndir"

Lítla-gentan-í-grillbarrini-og-hennara-fyrimyndir.pdf

Serstøk virðisløn til ungt fólk, ið vísir serliga góð evnir – Birgir Ferjá Heldarskarð við “Um tað at eta”

Um tað at eta.pdf

Umframt teir tríggir vinnararnar, eru tvey essay, ið skaraðu framúr:

Eydna Skaale við "Eg standi við Ukraina"

Eg standi við Ukraina.pdf

Nicolina Dahl við "Tað er kríggj í verðini"

Tað er kríggj í verðini.pdf

Skrivikappingin 2021

Vinnararnir av stuttsøgukappingini!
Fyri at varpa ljós á og kveikja áhugan fyri føroyska málinum og fyri skriving og bókmentum yvirhøvur, hava vit í ár skipað fyri almennari skrivikapping. Kappingin var opin, og treytirnar vóru, at tú skuldi skriva eina stuttsøgu á í mesta lagi 1.200 orð.

Vit vóru gleðiliga ovfarin tá yvir 60 stuttsøgur komu inn áðrenn freistin var úti. Vit takka miriliga fyri áhugan og fyri alt tilfarið sum kom inn. Fleiri lovandi boð vóru, og allar stuttsøgurnar vórðu sendar til dómsnevndina.

Eitt savn av stuttsøgum varð útgivið í samstarvið við Sprotan, har tær bestu stuttsøgurnar frá skrivikappingini eru í. Savnið eitur "Kvøl".

Vinningar verða givnir í tveimum bólkum:
-          Ein til stuttsøgur ætlaðar ungum og vaksnum

-          Ein til stuttsøgur ætlaðar børnum og ungum

Harumframt verður serstøk virðisløn latin einum ungum fólki, ið vísir serliga góð evnir.

Vinnari í bólkinum Stuttsøga ætlað ungum og vaksnum:
Crocker Land – Páll Oddur Rubeksen

Stuttsøgan Crocker Land eigur í sær alt tað, ið kravt verður, at stuttsøga skal eiga í sær. Hon byrjar mitt í øllum, er ein støða, ið heldur á eina avmarkaða løtu, her er bara ein persónur við minnisbrotum um onkran annan, okkurt ørkymlandi afturlit, og søgan hevur ein raffineraðan enda.

Kendi pólfarin Robert Peary skrivar í frásøgn síni um Crocker Land. Seinni kanningar hava avdúkað, at frágreiðingin var følsk, og landið var ikki til. Tann avdúkingin er annar lykilin til søguna og lýsir ómetaliga væl innihaldið 

Ørkymlaði maðurin í søguni, sum er minnisveikur, hevur helst verið stjóri í fyritøku, minnist onkur hissini blunk úr fortíðini og grundar um tey við ongum grundarlagi. Hann er í landi, sum ikki er til.

Endin avdúkar alt við einum orði, sum er hin lykilin til at fáa greiðu á søguni.

Søgan er hugfangandi, forvitnislig, væl komponerað og evnisliga viðkomandi.

 

Vinnari í bólkinum Stuttsøga ætlað børnum og ungum:
Tann einsamalli maðurin – Bárður Persson

”Tað var einaferð ein maður, sum var so einsamallur, at tað ber illa til at siga, hvussu einsamallur hann í veruleikanum var.”
Stuttsøgan ”Tann einsamalli maðurin” er ein vælskrivað og stuttlig stuttsøga. Søgan er skrivað til børn og ung, og snýr seg í stuttum um umskiftið frá einsemi til eydnu.
Við stuttligum, beinraknum og knøppum orðingum koma vit á eina ferð við einsamalla manninum, og vegurin til eydnuna, og at vinna prinsessuna, gongur ikki ígjøgnum gandaða skógin ella í hellið hjá risanum, men inn í gamla kamarið hjá mammuni, og einasta vápnið er dustsúgvarin.
Styrkin í søguni er samspælið millum ævintýraheimin og gerandisdagin, og handan søguna um gandaðu prinsessuna og óvæntaða kærleikan, goymir søgan um sakn og einsemi seg. Á henda hátt megnar søgan at raka lesaran á fleiri fláum samstundis, tá fleiri tulkingarmøguleikar standa honum í boði.

Serstøk virðisløn latin einum ungum fólki, ið vísir serliga góð evnir:
Andaboð – Silvurlín Solbjerg Jóhansdóttir

At okkara kæru ungu skriva á føroyskum, hevur alstóran týdning fyri, hvussu vit síggja okkum sjálv. Samstundis hevur tað týdning, at tað, sum tey ungu skriva kemur út til ein lesaraskara, so at vit koma at kenna tað, sum tey ungu hugsa um. Eisini hevur tað stóran týdning, at vit eggja teimum ungu at skriva á føroyskum. 

“Andaboð” er ein ræðusøga um eina app, sum ger, at fólk doyggja, sum taka hana niður. Tey fáa boð frá andum úr appini og eitt djór skræðir tey sundur. 

Hetta er herskin kostur, sum tekur tøkniamboð við fyri at lýsa tíðina vit liva í. Okkurt ófrættakent liggur sum ein undirtóni gjøgnum alla søguna. Í hesi stuttsøguni eru fleiri ógvuslig morð og høvuðspersónurin verður blandaður upp í alt. Í slíkum søgum, skal endin ikki avdúkast. Hann mugu tit bíða eftir í spenningi.